Hvat er Loftið?

Loftið - ungdómsráðgeving til ung í Føroyum
Loftið er ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata, ið hevur til endamáls at styrkja sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá ungum í Føroyum. Tilboðið er sett á stovn við íblástri frá Headspace í Danmark, Íslandi og Noregi, har líknandi ráðgevingartilboð hava víst seg at hava góða ávirkan á trivnaðin hjá ungum.
Loftið er undir menning og verður eitt lætt atkomiligt, ókeypis og dulnevnt tilboð, har ung kunnu fáa stuðul, ráðgeving og eitt trygt rúm at tosa um tað, sum fyllir í gerandisdegnum. Ongin ávísing ella diagnosa er neyðug.
Tilboðið er ætlað ungum í aldrinum 12-25 ár, ið hava tørv á at tosa við onkran um sálarligar og sosialar avbjóðingar. Tað kann vera í sambandi við sálarligan mistrivnað, strongd, einsemi, trupulleikar í vinarløgum, skúlagongd ella aðrar støður, ið ávirka trivnaðin.
Endamálið er at møta ungum tíðliga og stuðla teimum í at handfara gerandisligar avbjóðingar, áðrenn tær vaksa seg størri. Loftið fer eisini at arbeiða við kunning og átøkum, sum kunnu hjálpa ungum at handfara sosialar og sálarligar avbjóðingar.