Skúli og útbúgving
Fyri summi er skúla- og útbúgvingarlívið lætt, meðan onnur skulu brúka nógva orku at fáa skúlalívið at rigga.
Kennir tú trýstið av at skula klára teg væl?
Nógv ung føla, at tey skulu klára seg væl í skúlanum, fáa góðar karakterir og samstundis hava tíð til vinir, ítrótt og frítíð. Tá tú stendur í tí, kanst tú lættliga fáa kensluna av, at øll hini klára seg væl og hava tamarhald á øllum – men soleiðis er tað sjáldan.
Minst til: Tú ert annað og meira enn tíni avrik og tínir karakterir. Royn og hugsavna teg um at gera títt besta í staðin fyri at fokusera upp á ávísar karakterir ella at samanbera teg við onnur.
Motivatión og ivi: Hvat um eg ikki havi hug til tað, eg havi valt?
Øll hava tíðarskeið, har man ikki tímir serliga væl at ganga í skúla, gera skúlating o.s.fr. Tað er eisini vanligt at ivast í, um tú hevur valt ta røttu útbúgvingina, ella um tú dugir nóg væl.
Motivatión kemur og fer. Hon kemur ofta aftur, tá tú finnur meining í tí, tú gert, ella fært hjálp ella stuðul frá øðrum.
Minst til: Tað er í lagi at broyta kós á vegnum, hóast tað ikki var tað, tú upprunaliga ætlaði.
Er tað vanligt at vera nervøs/ur í skúlanum?
Ja. Tey flestu verða nervøs, tá tey skulu leggja fram fyri flokkinum, áðrenn skrivligar royndir og serliga áðrenn munnligar próvtøkur. Nervøsitetur merkir ofta, at tað, tú skalt, hevur týdning fyri teg. Nervøsitetur er ikki tað sama sum, at tú fert at klára teg illa – tað er ein máti hjá kroppinum at gera seg kláran til at avrika.
Minst til: Tú kanst vera nervøs/ur og kortini klára teg væl. Um tað er, at nervøsiteturin plágar teg óvanliga nógv, kann tað vera eitt gott hugskot at tosa við ein lestrarvegleiðara á skúlanum.
Niðurløg: Tá tað ikki gongur sum ætlað
Ein vánaligur karakterur, ein roynd ella próvtøka ið tú ikki stóð ella ein útbúgving, sum ikki er tann rætta, kann vera ein tung støða at vera í. Men tað hendir hjá teimum flestu onkuntíð. Eitt niðurlag sigur einki um, hvør tú ert sum menniskja. Tað sigur bara, at hesa ferð gekk tað ikki, sum tú ætlaði.
Minst til: Ein ringur dagur, ein vánaligur karakterur ella eitt niðurlag avger ikki restina av tínum lívi.