Kenslur
Kenslulívið broytist nógv í ungdómsárunum. Tað er vanligt, at kenslur fylla nógv, broytast skjótt, og at summi tíðarskeið kennast tyngri enn onnur. Tað merkir ikki, at nakað er galið við tær.
Tá kenslurnar fylla nógv
Øll kenna sorg, vreiði og ótta av og á. Summar dagar kennist alt lætt, meðan aðrir dagar kunnu kennast tungir, uttan at tú heilt veitst hví.
Kenslur eru ein natúrligur partur av lívinum og eru við til at siga okkum, hvussu vit hava tað.
Minst til: Kenslur koma og fara. Soleiðis sum tú hevur tað í dag ella hesa løtuna er ikki soleiðis, tú altíð fert at hava tað.
Tá tú samanber teg við onnur
Tað er lætt at hugsa, at øll hini hava tað betri, eru vakrari, klókari ella liva eitt meira spennandi lív enn tú. Serliga á sosialum miðlum síggja vit ofta bara tað góða hjá øðrum.
At samanbera seg við onnur kann gera, at man fær tað verri við sær sjálvum.
Minst til: Tú sært bara ein lítlan part av lívinum hjá øðrum. Fokusera upp á tað góða í tínum egna lívi í staðin fyri at ynskja tær tað, hini síggja út til at hava.
Tá tú ivast í tær sjálvum
Nógv ung ivast í, um tey eru nóg góð, passa inn ella fara at klára seg. Hesin ivin er púra vanligur og merkir ikki, at tú ikki ert nóg góð/ur.
Sjálvsálitið verður ofta styrkt, tá man ger okkurt, man dugir væl, og er saman við øðrum ungum og vaksnum, ið man hevur tað gott og stuttligt saman við.
Minst til: Tað er í lagi at ivast í sær sjálvum av og á. Tú ert meira enn tankarnir, tú hevur um teg sjálva/n.
Tá tað kennist ov tungt
Summi tíðarskeið kunnu vera so tung, at tú kennir teg keddan, bangnan ella uttan orku í longri tíð. Tá kann tað hjálpa at tosa við ein, ið tú hevur álit á. Hetta kann vera ein lærari í skúlanum, heilsusystir, lestrarvegleiðari ella ein góður vinur.
Tú nýtist ikki at ganga einsamallur við tungum tonkum og kenslum.
Minst til: Tað er í lagi at hava tað trupult av og á. Tað eru fólk, sum vilja lurta og hjálpa tær.