Felagsskapur / vinir

Felagsskapir eru ein týðandi partur av lívinum. Teir geva okkum kensluna av at hoyra til, fáa stuðul frá øðrum og byggja vinarløg. Ein felagsskapur kann vera nógv ymiskt, til dømis ein vinabólkur, eitt ítróttarfelag, ein samkoma, arbeiðsplássið ella familjan.  

 

Hví eru felagsskapir týdningarmiklir? 

Í einum góðum felagsskapi kenna vit okkum trygg og virðismett. Har kunnu vit hava tað stuttligt, fáa stuðul og deila bæði góðar og truplar løtur við onnur. Ofta hitta vit eisini okkara nærmastu vinir ígjøgnum teir felagsskapir, sum vit eru partur av. 

 

Minst til: Tær nýtist ikki at hava nógvar vinir. Fá góð sambond kunnu hava størri týdning enn nógv óstøðug.

 

Um tú følir teg uttanfyri felagsskapin 

Tað kann kennast einsligt, um tú upplivir, at tú ikki hoyrir til í nøkrum felagsskapi ella manglar vinir. Men smá stig kunnu gera stóran mun. Her eru nøkur góð ráð:

 

Tak smá sosial stig 

Smá sosial stig kunnu gera stóran mun. Tað kann vera at heilsa uppá onkran, senda eini boð ella taka lut í einum felags aktiviteti. Á tann hátt kanst tú stigvíst byggja upp nýggj sambond og minka um kensluna av einsemi. 

 

Minst til: Nýggj sambond taka ofta tíð at byggja upp. 

 

Finn ein felagsskap 

Tú kanst leita eftir felagsskapum, har tú finnur onnur, ið hava somu áhugamál sum tú, og har tú hevur møguleika at skapa nýggj sambond. Tað kann vera gjøgnum frítíðarvirksemi, nýggjum áhugamálum ella í felagsskapum á netinum. Har kanst tú hitta onnur, sum kanska eru í somu støðu sum tú. 

 

Minst til: Tað eru nógv onnur, sum eisini leita eftir nýggjum vinum og felagsskapum. 

 

Sjálvsumsorgan og áhugamál 

At geva sær sjálvum ans og brúka tíð upp á egin áhugamál kann styrkja trivnaðin og geva gleði í gerandisdegnum. Tá tú gert nakað, tú ert glaður fyri ella dugir væl, kann tað styrkja sjálvsvirðið og geva meiri orku. Tað kann eisini gera tað lættari at knýta  sambond við onnur. 

 

Minst til: Góð vinarløg byrja ofta við, at tú hevur tað gott við teg sjálvan.

 

Hvat gert tú, um tú kennir teg útihýstan ella happaðan? 

Um tú upplivir, at tú verður hildin uttanfyri, happað/ur ella illa viðfarin í einum felagsskapi, er týdningarmikið at siga tað við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á. Tað kann vera eitt foreldur, ein lærari, ein venjari ella ein annar vaksin. Tú skalt ikki standa einsamallur við tí.

Minst til: Eingin eigur at verða happaður ella útihýstur, og hjálp er at fáa.