Einsemi
Øll kenna kensluna av einsemi; børn, ung og vaksin. Kenslan kann koma og fara, men hjá summum gerst hon varandi og kann ávirka trivnaðin nógv.
Er tað vanligt at kenna seg einsamallan?
Ja. Flestu menniskju kenna seg einsamøll viðhvørt. Tað kann henda, hóast tú ert saman við øðrum fólkum, ella um tú ert nógv einsamallur. Einsemi snýr seg ikki bara um at vera einsamallur, men um kensluna av at ikki hoyra til, ella mangla sambond við onnur. Tað eru fleiri, sum dáma væl at vera fyri seg sjálvi, hava brúk fyri tíð fyri seg sjálvi og njóta tíðina tey eru fyri seg sjálvi. Hetta er ikki tað sama sum at føla einsemi.
Minst til: At kenna seg einsamallan av og á er ein nátúrligur partur av lívinum, og nakað sum øll uppliva viðhvørt.
Hvat kann hjálpa, tá tú kennir teg einsamallan?
Tá einsemið kemur og fer, kann tað hjálpa at seta orð á kensluna. Royn og tosa við ein vin, foreldur, ein lærara ella annan álítandi vaksnan. Tú kanst eisini venda tær til eina ráðgeving, um tú hevur brúk fyri onkrum øðrum, enn teimum tú kennir væl.
Minst til: Tað krevur dirvi at siga, hvussu tú hevur tað. Ofta verður byrðan lættari, tá tú deilir hana við onkran.
Er tað tað sama at vera einsamallur og at kenna einsemi?
Nei. Nógv hava tað gott við at vera fyri seg sjálvi og hava tørv á at vera einsamøll. Tað er ikki tað sama sum at kenna einsemi. Tú kanst vera einsamallur uttan at kenna teg einsamallan, og tú kanst kenna teg einsamallan, hóast nógv fólk eru rundan um teg.
Minst til: Tær nýtist ikki at bera kensluna einsamallur/einsamøll. Hjálp er at fáa.
Nær eigur tú at søkja hjálp?
Um einsemið fyllir nógv, og tað ikki hjálpir at tosa við vinir, familju ella onnur tú ert tryggur við, kann tað vera eitt gott hugskot at søkja fakliga hjálp. Ein sálarfrøðingur, ráðgevi ella annað fakfólk kann hjálpa tær at skilja tínar kenslur og finna amboð at handfara støðuna.
Minst til: Tað er eitt tekin um styrki, ikki veikleika, at biðja um hjálp, tá man hevur brúk fyri henni.